Real Madrid og Manchester United vóru tey bæði liðini, ið struku avstað við steypunum í størstu europeisku kappingunum farna kappingarár, Champions League og Europa League.
Í tí sambandi spæla tey bæði liðini í kvøld árliga Super Cup dystin, ið er dystur millum vinnaran av Champions League og Europa League. Super Cup dysturin í ár verður leiktur í makedonska høvuðsstaðnum, Skopje, á leikvøllinum Philip National arena.
Dysturin hevur nakað av týdningi fyri bæði Real Madrid og Manchester United, og tí er væntandi at liðini stilla upp í sterkastu manning í kvøld. Serliga stórur spenningur er um Gareth Bale er millum teir fyrstu ellivu hjá Real Madrid. Er hann ikki tað, ganga leysasøgur um, at hann kann vera á veg til júst Manchester United, ið altso er mótstøðulið hjá Real Madrid í kvøld.
Uppstillingarnar hjá liðunum í kvøld vera annars væntandi hesar:
Real Madrid: Keylor Navas – Dani Carvajal, Raphael Varane, Sergio Ramos, Marcelo – Toni Kroos, Casemiro, Luka Modric – Cristiano Ronaldo, Gareth Bale, Karim Benzema
Manchester United: David De Gea – Victor Lindelof, Chris Smalling, Daley Blind – Antonio Valencia, Ander Herrera, Nemanja Matic, Paul Pogba, Matteo Darmian – Henrikh Mkhitaryan – Romelu Lukaku
Dysturin millum Real Madrid og Manchester United byrjar í kvøld klokkan 19:45 føroyska tíð og sæst á Tv3+.










