Fyri góðari viku síðani setti Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Endamálið hjá stýrinum er at vera yvirkskipað stjórn hjá nýggja Fróðskaparsetri Føroya, ið nú eisini umfatar Føroya Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúlan. Men nýggja stýrinum er eftir øllum at døma ikki langt lív lagað.
- Stýrið, sum er sett fyri bara einari viku síðani, har man eisini hevur hálað fólk inn úr øðrum londum, fær ikki arbeitt. Tað arbeiðið steðgar beinanvegin, tí har eru eingir pengar settir av til stýrið. Henda viðferðin av fólki ger veruliga, at man umhugsar sína støðu, hví skal eg frívilliga vera við til hetta. Nýggju limirnir hyggja veruliga djúpt inneftir, um teir tíma at standa modell til hetta. Hetta er bara so flovisligt, sigur Lis Mortensen, ið er forkvinna í nýsetta stýrinum.









