Stóri dagurin hjá trimum ítróttargreinum

(Rás2) Hoyr samrøðu við Andras Nolsøe, formann í borðtennissambandinum um Kontrast FM 2018

Leygardagin verður stóri dagurin í føroyskum badminton, borðtennis og judo. Tá verða nevniliga føroyameistararnir funnir í hesum trimum ítróttargreinunum.

 

Eins og undanfarin ár, so ganga hesar tríggjar ítróttargreinar saman um ein felags FM-dag, har finalurnar verða avgreiddar undir sama taki. Aftur í ár verður sokallaði stóri FM-dagurin í høllini á Hálsi í Havn.

 

Innleiðandi kappingarnar í teimum trimum ítróttargreinunum verða spældar í kvøld og í morgin, men finalurnar bíða til leygardagin, har nógv verður gjørt burturúr.

 

In.fo verður á staðnum og skrivar frá tiltakinum leygardagin, og Kringvarp Føroya vísir finalurnar beinleiðis frá kl.13.00. Skráin fyri FM-finaludagin sæst omanfyri.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við formannin í Borðtennissambandi Føroya, Andras Nolsøe um Kontrast FM 2018 í sendingini SportBoxin á Rás2.