Seinnapartin hósdagin var tíðindafundur í B36-húsinum. Havnarfelagið boðaði frá, at tað hevur gjørt tvey-ára avtalu við donsku stórfyritøkuna Mærsk. Fíggjarligu viðurskiftini vórðu ikki upplýst, men avtalan millum B36 og Mærsk er helst størsta sponsoravtalan í føroyskum fótbólti.
Mærsk hevur seinastu tvey árini verið ein smærri stuðul hjá B36, og báðir partar hava verið sera væl nøgdir við samstarvið. Tá høvuðsavtalan hjá B36 við telefyritøkuna Kall rann út 1.januar, vendi leiðslan í felagnum seg til donsku fyritøkuna.
Partarnir vórðu samdir um at víðka um samstarvið, og hósdagin skrivaðu partarnir undir avtalu fyri tey næstu tvey árini. Umframt Mærsk, hevur B36 eisini gjørt avtalu við Jolly (Føroya Bjór), Kinarps (Farodane), Føroya Sparikassa og Havnar Timburhandil komandi tvey árini
Formaðurin, Kristjan á Neystabø, var sum vera man fegin um avtaluna. Hann bæði væntaði og vónaði, at báðir partar fóru at fáa nógv burturúr samstarvinum.
Mærsk vil gerast sjónligari í Føroyum
Marknaðar leiðarin á Mærsk, Stig Albeck, var komin fyri Mærsk at undirskriva avtaluna. Hann segði eftir tíðindafundin við Sosialin, at avtalan við B36 var ein liður í at gera fyritøkuna sjónligari í Føroyum.
Mærsk hevur flogið til Føroya í góð 30 ár, men síðan kappingin harðnaði við Atlantic Airways, hevur fyritøkan ikki gjørt nógv við at lýsa í Føroyum.
Avtalan við B36 gevur, sambært Stig Albeck, Mærsk góðar møguleikar at kappast við Atlantic Airways um serliga ítróttarfólki. Marknaðarleiðarin vísti á møguleikarnar hjá Mærsk at seta Føroyar og B36 á landakortið úti í Evropa, tá B36 og onnur føroysk ítróttarlið velja at ferðast við Mærsk.
Eins og á tíðindafundinum, vildi Stig Albeck onki siga um, hvussu stóra upphædd Mærsk lat B36 um árið fyri vera høvuðsstuðul hjá felagnum.