Ein stórsligin verkætlan í milliardaklassanum skal broyta havnarlagið í Havn frá einum bingjuplássi við skrambli til eitt attraktivt øki, har fólk kunnu búgva og arbeiða Enn ein stór byggiverkætlan í Havn varð í dag løgd fram fyri almenningin. Tað eru teir báðir Jónsvein Joensen og Jógvan Hugo Hansen, ið standa aftanfyri verkætlanina, sum hevur verið í umbúna seinastu tvey árini.
Verkætlanin er í veruleikanum ein heildarætlan fyri miðbýin í Havn. Hon inniber, at byggja úteftir havnalagnum frá Bursatanga og heilt út á Skansabryggjuna. Talan er í stuttum um 350 íbúðir, 2200 skrivstovupláss, 12000 fermetrar til handlar, hotell við 250 kømunum, konsert- og ráðstevnuhølir við plássi til 4000 fólk og 2100 parkeringsbásar.
P/F Havnar Bryggja, ið partafelagið handan ætlanina eitur, hevur í dag latið eina umsókn um byggiloyvi inn til Tórshavnar Kommunu.
- Vit hava arbeitt við hesari ætlanini í tvey ár, og nú halda vit, at tíðin er búgvin til eitt alment kjak um verkætlanina. Vit hava latið kommununi eina umsókn, og tí er málið nú politiskt, sigur Jónsvein Joensen.
Kostnaðurin fyri hesa verkætlanina er í milliardaklassanum, og tí er greitt, at sterkir fíggjarligir íleggjarar mugu vera knýttir at ætlanini, fyri at hon ikki skal kvalast í føðingini.
- Vit hava fingið allar tær fíggjarligu tilsagnir, sum vit hava tørv á til at fara undir verkætlanina, og tí er hendan ætlanin sera realistisk, sigur Jónsvein Joensen.
Nú skal umsóknin so viðgerast í býráðnum, men hendan ætlanin er ikki ókend hjá politikarum í Tórshavnar Býráð. Fyrsta framløgan var longu fyri einum ári síðani, men nú er ætlanin meira ítøkilig og búgvin til politiska viðgerð.