Seinasta leygardag læt Reyni Service upp ein nýggjum stásiligan í Klaksvík.
Hátíðarløtan byrjaði kl. 14, tá Monika Stauss Joensen og Dánjal Eysturstein spældu, síðan beyð Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, øllum at vera vælkomin og segði eitt sindur um nýggja bygningin.
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, helt røðu og 17 sangara úr Klaksvík sungu. Eisini sang Leila av Reyni.
Eivind av Reyni segði m.a at bygningurin ikki einans til Toyota kundar, men øll eru vælkomin at nýta fasilitetirnar. Borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, fegnaðist um at Reyni Service hevur gjørt eina so stóra íløgu í Klaksvík. Næstan 90 ára gamli klaksvíkingurin Jógvan Gerðalíð helt eisini røðu, hann m.a. greiddi á sín sermerkta hátt frá um fyrstu Toyota bilarnar í Klaksvík.
Nýggi bygningurin hjá Reyni Service í Klaksvík er 700 fermetrar til víddar, og har er pláss fyri fimm, seks bilum í framsýningarhølinum, ið eru sera ljós og snotulig. Á verkstaðnum er somuleiðis pláss fyri eini seks bilum, og verkstaðurin hevur alt tað nýggjasta innan biltøkni, sum krevst í dag fyri at kunna klára allar mekaniskar og tøkniligar uppgávur.
Í bygninginum í Klaksvík verður eisini høvi at fáa bilin »TidyCar« viðgjørdan, eins og teir hava eitt stórt úrval av nýggjum og brúktum bilum.