Leygardagin 4. juli, verður skipað fyri einum serligum gongutúri, tá gingið verður úr Sandvík og suður til Akraberg Ætlanin er at ganga teinin frá kl. 09.30 um morgunin, og
væntandi verður komið til Sumbiar umleið kl. 22-23 um kvøldið.
Av tí at túrurin er sera drúgvur, so skulu fólk verða væl fyri, og ikki
dragast við skaðar.
Eisini er møguleiki hjá fólki, um tey bert hava hug at ganga ein part
av teininum, at melda seg til.
Kostnaðurin er 495,- fyri hvønn, tá eru 2 máltíðir íroknaðar, kaffi og
vaflur og koyring til Sandvíkar og úr aftur Sumba.
Fyri luttakandi, ið ætla sær at koma um Suðuroyarfjørð til hetta
tiltakið, er serligt pakkatilboð, har ferðaseðil, morgunmatur,
gisting, koyring og gongutúrurin við øllum, til serprís, nevniliga 895,-
Tekning fer fram hjá VILT Adventure, á +298 370117 ella vilt@vilt.fo