Arsenal skal spæla móti AC Milan í næsta umfari í Europa League.
Arsenal vann seg víðari eftir ein 4-2 sigur samanlagt móti svenska Östersund. Í lutakastinum í morgun blivu teir trektir saman við gamla italska risanum AC Milan.
Seinast tey bæði liðini hittust var í 2011/2012. Ta ferðina vann AC Milan 4-3 tilsamans.
Dystirnir í áttandapartsfinalunum í Europa League eru:
Lazio - Dynamo Kiev
RB Leipzig - FC Zenit
Atlético Madrid - Lokomotiv Moskva
CSKA Moskva - Lyon
Marseille - Athlétic Bilbao
Sporting Club - Viktoria Plzen
Borussia Dortmund - FC Salzburg
AC Milan - Arsenal