Triðja dagin á rað gingu túsundtals fólk mótmælisgongu í Marokko í dag. Tey mótmæltu politikkinum hjá stýrinum og kravdu meiri demokrati. Myndugleikarnir í Marokko hava av øllum alvi roynt at forða fyri mótmælum sum teimum, ið feldu stýrini í Tunesia og Egyptalandi fyrr í ár. Stjórnin hevur longu boðað frá fleiri nýskipanum, sum skulu avmarka valdið og tey fíggjarligu áhugamálini hjá Mohammed kongi og ætt hansara.
Tíðindastovurnar skriva, at umleið 10.000 fólk vóru í mótmælisgonguni í Casablanca, og at í høvuðsstaðnum Rabat kravdu fólk betri umstøður til tey arbeiðsleysu.
Sum skilst hevur løgreglan ikki lagt uppí mótmælini nú um páskirnar.