Síðan tokvanlukkan á Stórabeltsbrúnni hendi mikumorgunin, hevur danska løgreglan arbeitt við at eyðmerkja øll tey deyðu. Átta fólk doyðu, men tað er ikki fyrr enn í morgun, at løgreglan á Fjóni upplýsir, at tey hava eyðmerkt allar átta persónarnar. Í gjár vóru einans fýra av hesum átta eyðmerktir.
Talan er um fimm kvinnur, sum ávikavist vóru 28, 27, 45, 55 og 60 ára gamlar, og tríggjar menn, sum ávikavist vóru 30, 30 og 51 ára gamlir.
Tey avvarðandi hava fingið boð, og allir persónarnir vóru danir. Tann eini maðurin búði í Grønlandi, sambært løgregluni á Fjóni.
Vanlukkan hendi mikumorgunin, tá eitt snartok kom koyrandi ávegis Sælandi og rendi í ein Carlsberg-vogn, sum datt av einum góðstoki, sum koyrdi mótsættan veg, sum so fekk snartokið at høgga bremsurnar í.
Stórt kanningararbeiði er í gongd fyri at staðfesta, hvat hendi og elvdi til óhappið.










