Tað var við stórum áhuga, at undirritaði settist at lurta eftir eftirsendingini: Søgan um jødarnar 1 (10), ið fyrstuferð varð send í 1996. Stóra tøkk skal Kringvarpið hava fyri hetta so sera aktuella evni.
Í sendingini er tað Sonne Smith, ið tosar við Hans Holm, sum á ein sera meistarligan hátt greiðir okkum frá um jødiska fólkið og tess uppruna.
Eg rokni við, at tað eru fleiri við mær, ið longu gleða seg til næsta sunnudag millum kl. 15-16, tá næsta sending verður.