Stóra tøkk til Føroya Løgting og Føroya Landstýri

Sandoyartunnilin 1. byggistigið av stóru verkætlanini at binda Føroyar saman í eina eind varð loksins samtykt

Serliga stórur er dagurin fyri Sandoynna, nú samtykt er at byrjast skal í november 2009. Við einum pennastroki verður Sandoyggin partur av Føroyum við føstum vegasambandi. Stórir verða møguleikarnir fyri oynna.

Uppgávan liggur nú hjá okkum í oynni. Ein uppgáva, vit í felag skulu loysa, við at marknaðarføra oynna á besta hátt. Hetta kann verða gjørt við at:

1. Broyta kommunala bygnaðin í oynni

2. Sethúsaøkir í allari oynni

3. Íðnadar økir

4. Almennar stovnar

Skotbráðið er 6 ár, men neyðugt er longu í komandi ári at seta seg saman og fyrireika stóru avbjóðingina og møguleikanar.

Møguleikar skapa hugskot.

Gerhard og Páll takk fyri, stór var jólagávan.