Kollafjarðarnevndin biður um hjálp. Soleiðis skriva tríggir limir í Kollafjarðarnevndini hjá Tórshavnar býráð. Tað, sum tey biðja um hjálp til, er at forða fyri at alllur tann russiski flotan í Norðuratlantshavi, skal enda inni á Kollafjørði - og nú eru tey farin at samla undirskriftir í eini roynt at forða fyri tí.
Tey, sum taka stig til at samla undirskriftir inn, eru teir tríggir limirnir í Kollafjarðarnevndini, Dennis Rólantsson, Trina Eysturoy og Elin Debess
Tey vísa á, at nú Samskip er flutt sítt virksemi, er havnarlagið í Kollafirðið tókt til annað virksemi. Tey siga, at osandi og larmandi skip eru koyrd av fjørðinum, og tey sum enn sigla her, hava fingið nógvar áheitanir um at minka um larmin og roykin.
Men nú hevur eitt felag, sum estlendingar standa fyri, søkt um loyvi til at byggja eitt pakkhús á Oyrareingjum. Eftir teirra upplýsingum er talan um eitt pakkhús upp á 11.000 fermetrar.
– Hetta pakkhúsið skal brúkast til at goyma pakkning til næstan allan tann russiska flotan sum siglir í norðuratlantshavi.
Tey siga, at tey, sum eru vald í staðbundu nevndina fyri Kollafjørð eftir býráðsvalið, bóru skjótt at, og saman við fráfarandi nevndini, hava tey sent Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráði eitt mótmæli.
– Málið varð tikið av skrá, men nú hevur Vinnunevndin í nývalda býráðnum longu tikið málið uppaftur og samtykt tað. Og tað er hent, uttan at viðgera nakað av tí sum stóð í mótmæli, og uttan at Kollafjarðarnevndin, ella borgararnir í Kollafirði, eru hoyrd, siga tey.
Tey siga, at avleiðingin av hesum er uttan iva, at Tórshavnar havn aftur fer at lata dálkandi og larmandi skipaferðslu á fjørðinum.
– Russiskir trolarar fara at koma inn á fjørðin at taka pakkning, og teir fara nokk eisini at liggja og bíða til teir sleppa framat, og til teir skulu útaftur einaferð til fiskiskap. Tit kunnu bara ímynda tykkum avleiðingarnar av hesum, siga tey.
Ein av stigtakarunum, Trina Eysturoy, undrast stórliga á, at Vinnunevndin hjá Býráðnum kann taka undir við eini umsókn, sum hesari, tí eingir upplýsingar fylgja við umsóknini.
Hon heldur, at er eitt øki á havnarlagnum til taks, er tað ófatiligt, at Vinnunevndin hjá býráðnum ætlar lata eina estiska, ella russiska, fyritøku fáa økið, uttan at lýsa málið fyri borgarunum í økinum – og uttan at lýsa økið leyst, so at øll fáa høvi til at bjóða upp á tað.
Trina Eysturoy sigur, at tað er ikki bara larmi og royki, tey stúra fyri, tí hetta kundi eisini verið ein trygdarpolitiskur spurningur. Í hesum sambandi heldur hon, at tað er viðkomandi at spyrja um tað er í samsvari í við trygdarpolitikkin hjá Føroyum at fáa so nógv russisk skip inn á Kollafjørð.
– Spurningurin er, hvat gagn, borgarin í Føroyum, ella borgarin í Havn, fær burtur úr hesum. Tann einasti, sum fær inntøku av hesum, er Tórshavnar Havn og tær inntøkurnar kunnu bara brúkast til at byggja enn størri havn.
Hon sigur annars, at Býráðið hevur boðsend Kollafjarðarnevndini á fund seinni í vikuni at umrøða ætlanina og tá fara tey at hava undirskriftirnar við.
Um eina løtu hava vit eina viðmerking frá Kára Johansen, formanni í Vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð. Hann væntar ikki, at trupulleikar fara at standast av hesum.