Stóra filmsrøddin er tagnað

Don LaFontain, sum hevur lagt rødd til meira enn 5000 forfilmar úr Hollywood, er deyður Hann er kendur fyri sína djúpu og myndugu rødd, sum hevur verið brúkt til eitt endaleyst tal av forfilmum um spælifilmar, ið eru á veg í biografar ella sølubúðir.

 

Don LaFontain hevur ígjøgnum 33 ár verið maðurin við røddini, sum flest filmsframleiðarar hava brúkt, tá ið teir hava gjørt stuttar reklamufilmar um spælifilmarnar.

 

Men nú er røddin tagnað, tí Don LaFontain er deyður 68 ára gamal. Hann hevur verið sjúkur í eina tíð, og nú vóru hansara dagar taldir.

 

Don LaFontain arbeiddi í egnum heimastudio, og hann gjørdi vanliga einar 10 upptøkur um dagin.

 

Skemtarin Fablo Fransisco hevur hermt eftir Don LaFontain í sínum showi, og skemtið um ?Previewman? er eisini blivið víðagitið.

 

Interview við Don LaFontain á YouTube:

www.youtube.com/watch