Óluva í Gong, forkvinna, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
-----
Hetta er tó ikki heilt rætt. Skerjingar innan eldraøkið ella manglandi meirjáttan hava havt ávirkan á røktina gjøgnum longri tíð. Hesa ferð er tað bara meira ítøkiligt, nú tað er skrivað í eitt bræv og sent út til avvarandi.
Røktarheim, sum hava havt somu játtan gjøgnum fleiri ár hava sjálvandi verið noydd til at skerja á øllum økjum fyri at halda játtanina.
Hetta er ikki serliga torført at skilja hjá vanliga føringinum. Øll húsarhald hava seinastu árini følt á egnum lumma, hvussu útreiðslurnar vaksa til vanligar húsarhaldsvørur, streym og hita. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi fyri røktarheim, sum hava tikið avleiðingarnar og skjert á øllum økjum. Beinleiðis skerjingar hava tó ikki verið gjørdar á røktina, men óbeinleiðis skerjingar á røktina hava so sanniliga verið. Hetta hevur víst seg við, at eyka starvsfólk ikki hava verið innkallaði, tá sjúka hevur verið millum starvsfólk. Um eyka fólk eru innkallaði, so hava tey bert verið hálvan dag, arbeiðsdagurin er styttur osv.
Sparingarnar raka beinleiðis tann eldra á røktarheiminum
At Landsstýriskvinnan í almannamálum og stjórin í Almannaverkinum siga, at tað er ímóti beinleiðis boðum, at skerja røktina undrar okkum stórliga. Spurningur má setast við, hvar man fyristillar sær at sparinganar skulu raka.
Skerjir tú køkin, so rakar tað tann matin, sum búðfólkið skal eta. Hetta kann hava vanlukkuligar fylgir við sær, tí fleiri av búfólkunum hava tørv á serkosti orsakað av sjúku og/ ella ellisbreki. Skerjir tú reingerðina, so rakar tað umhvørvið, sum búfólkið býr í. Hetta kann eisini hava álvarsligar fylgir við sær, tí fleiri av búfólkunum eru veik og hava veika imumverju og er tí eitt reint umhvørvi sera umráðandi. Tað sama ger seg galdandi, um tað er longri ímillum, at búfólkini sleppa í bað, eins og tað eisini ávirkar vælverðuna hjá búðfólkinum. Sparir man mennig av starvsfólkum burtur, fáa búfólkini ikki gagn av nýggjari vitan innan eldrarøkt osv. Hetta er nakað, sum eitt nú Ældresagen í Danmark hevur sett sum krav til røktarheimini. Verður spart á virkis og venjingarstovunum á røktarheimunum, fer hetta at hava stóra ávirkan á innihaldið í degnum hjá tí eldra. Fleiri teirra eru orsakað av sjúku og/ ella førleikamissi nærum fallin í fátt og teir aktivitetir og venjingar tey fáa bjóðað á røktarheimunum, gevur teimum ofta eitt innihald og nakað at fara upp til í dagligdegnum á røktarheimunum. Eins og venjingin er sera stimbrandi fyri vælveru og førleikarnar.
Ikki kann sigast annað enn, at tað er beinleiðis naivt, at siga at sparingar ikki mugu raka búfólkið. Ein útsøgn, sum eg havi trupult við at taka í álvara.
Áhugavert er at staðfesta hvørja støðu eldraøkið er í nú økið skal leggjast út til kommununar. Sum kommunalpolitikkari eigur ein at lurta væl eftir hvørjum útmeldingum starvsfólkini innan eldraøkið koma við og boðini eru greið. Tað er spart inn á bein og eingi útlit eru til nakra menning á økinum.
Tað mest ræðandi er tó, at visiónin fyri eldraøkið er, at finna sparingar. Vit spara tað ræsta kjøti nýggjársdag og tað turra kjøti annað jólakvøld. Vit leggja øll politisk vallyftir í niðastu skuffu saman við allari viðring fyri okkara eldru borgarum.
Loyvi mær at seta spurning við, um vit sum samfelag kunnu loyva okkum tað? Er hetta verðuliga tað, sum vit ynskja.