Í minsta lagi fýra fólk eru funnin deyð, og fleiri eru ikki komin afturíaftur í russiska lýðveldinum Krasnodar, har tað regnaði óvanliga illa síðstu nátt. Fleiri áir eru farnar upp um áarbakkarnar, og tilbúgvingarráðið í Moskva sigur, at skaðin er stórur.
Í býnum Novomikhailovskij standa meiri enn 600 hús undir vatni, elveitingin er farin nógvastaðni, somuleiðis vatnveitingin, og nógvir vegir eru so illa farnir, at tað er illa koyrandi eftir teimum. Myndugleikarnir hava flutt meiri enn 1.500 fólk burtur, tí tey vóru í vanda.
Hetta er aðru ferð í ein mánað, at vatnflóð er í Krasnodar. Í juli doyðu 171 fólk, tá stórir partar av býnum Krymsk stóðu undir vatni. Tá fanst Vladimir Putin, forseti, harðliga at teimum lokalu myndugleikunum, tí eftir hansara tykki høvdu teir ikki tikið ávaringarnar frá veðurtænastuni í álvara.










