Stór upphiting til landsdystin móti Lettlandi

Tað verður gjørt nógv burturúr landsdystinum móti Lettlandi leygardagin

Leygardagin spæla Føroyar móti Lettlandi í HM 2018 undankappingini. Liðið hevur longu fingið fleiri stig enn nakrantíð, men kann leggja afturat metinum við at fáa stig móti Lettlandi. Seinast liðini møttust var í Riga, har Føroyar vunnu 2-0.

 

Tað verður eisini skipað fyri stórari upphitin undan landsdystinum, har tað verður túnabóltur, dribblikapping og skjotikapping. Í Dansifrøi verður andlitsmáling, myndaboks, instagram-kapping við stórum vinningum og okkurt at drekka til tey, sum møta upp.

 

Í Dansifrøi verður eisini tónleikur, har Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen spæla. Upphitingin er ætlað at skapa ein stemning til landsdystin móti Lettlandi. Dysturin byrjar klokkan 17, meðan upphitingin byrjar klokkan 14.