LISTASTEVNAN
Við eini fíggjarætlan, sum javnvigar einastaðni millum 2,5 og 3 milliónir krónur, er Listastevnan nógv tað størsta mentanartiltaki í Føroyum. Stevnan verður í ár hildin 6. til 15. august.
Mánadagin bjóðaðu fyrireikararnir miðlum og stuðlum til eina samkomu, har fyrireikarnir kundu siga frá, hvat stevnan fer at innihalda í ár.
Og fyrireikararnir eru ikki eina løtu í iva um, at stevnan hevur bestu útlit at gerast frálík. Tær seinastu tríggjar, sum eisini eru tríggjar tær fyrstu, listastevnurnar hava víst ein greiðan positivan tendens, og fyrireikarnir halda seg hava fingið so mikið nógv gott í beinið, at forsøgnin fyri august ber boð um ein mentanarhákonjuktur.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Einki tema
Undanfarin ár hevur Listastevnan havt eitt ávíst tema, eitt nú sjónleikur var eitt árið tema. Men í ár er einki tema sum so. Lyklaorðið hjá fyrireikarunum er góðsku. Ikki kend nøvn, ikki uppruni, men góðska, leggja fyrireikarnir eina við.
Heiðursforsetin Sunlief Rasmussen er borganin fyri, at góðskan er í lagi. Hann skal minna fyrireikarnar á listarliga stevnumiðið.
Oddvá Nattestad, samskipari, sigur, at arbeiðið at fáa fatur á góðum listafólkum til stevnuna er vorðið munandi lættari við árunum.
- Nú koma nógv fleiri fólk til okkara. Vit hava fingið eina rúgvu av ómetaliga góðum og týðandi kontaktum úti í heimi. Samstundis hava onnur fingið eyguni upp fyri okkum, og vit merkja, at áhugin gevur bæði okkum og føroyskum listafólkum góðar møguleikar, sigur Oddvá Nattestad.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Gloypibitar
Skráin er sum vera man rættiliga drúgv og umfatandi. Skulu vit kaga eitt sindur eftir, hvørjir listarligirgloypibitar eru at fáa eyga á.
Høvuðsnøvnin eru Kiri Te Kanawa og Jethro Tull. Kiri Te Kanawa verður umrødd aðrastaðni, og Jethro Tull konsertin er væl og virðiliga útseld.
Allarhelst fremstu føroysku sangararnir í løtuni, Teitur Lassen, og Eivør Pállsdóttir hava eisini trokað seg millum fremstu síðurnar í lýsingartilfarinum fyri Listastevnuna. Teitur fer at spæla fyri fólki fríggjadagin 13. august saman við tveimum tónleikarum. Eivør Pállsdóttir fer at framføra í einari írsk/íslendskari/føroyskari konsert. Hendan konsertin verður sunnudagin 15. august.
Ìrskt er aftur á skránni við Celtic Tenors 6. august.
Í fjør vitjaði kendi bretski rithøvundurin, Fay Weldon, og í ár verður tað Jostein Gaarder, sum kanska er best kendur fyri bók sína Sofies Verden.
Umframt hesi tiltøk vera eisini hópin av øðrum tiltøkum, sum vit fara at skriva meira um í næstum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sjálvironi
Tá tankin um Listastevnuni í sínari tíð kom alment fram, var tað millum annað við teirri grundgeving, at ein stór stevna skuldi avloysa millum annað Jazz- og gospelfestivalin. Hugsað varð, at við peninginum savnaðum á einum staði, so vildi tankin um veruliga stór heimsnøvn gerast alsamt meira realistiskur. Til æru fyri hendan dreym og tíðindafólkum bjóðaði Oddvá Nattestad Pavarotti vælkomnum. Men Pavarotti er ikki komin enn, og tað var heldur ongantíð meiningin, at hann skuldi koma. Men leysasøgurnar um Pavarotti hava ikki lagt seg fyri tí, og Oddvá Nattestad hevur eftir drúgva leitan fingið fatur á tí sokallaða manageranum hjá Pavarotti, og á samkomuni mánadagin kundi hon við einum breiðum smíli greiða frá.
Tíðanverri fyri Listastevnuna og øll onnur ætlar Pavarotti sær ikki at koma til Føroya. Men fært tú ikki tann tú elskar, so kunnu føroyingar møguliga komandi ár elska ein annan nógv meira. Tí José Carreras sigst at vera áhugaður at leggja leiðina til Føroya. Eins og Pavarotti er hann partur av teimum trimum tenorunum. Tað er ein annar manager ? tann hjá Kiri Te Kanawa, sum er komin við hugskotinum, og eftir øllum at døma er tað ikki bert ein fjarskotin tanki.