Stór seyðahundakapping í Vágadali komandi leygardagin 22/11

Komandi vikuskifti verður ein av teimum stóru seyðahundakappingum í Føroyum har 21 hundar fara at kappast í trimum klassum

Kappingin verður í Vágadali leygardagin 22. november og byrja verður kl 10.00, tá 9 hundar skulu kappast í klassa 3, ið er at heita seyð, sum stendur uml 400 metur burtur.
Uml kl 13.00 verður klassi 2 har 6 hundar luttaka, teir skulu heinta seyð, ið stendur120 m burtur og umleið14.30 byjar klassi 1 har 6 hundar eisini luttaka, her stendur seyðurin 80 m burtur.
Hetta er eisini fyrstu ferð at kappinging er skipa eftir altjóða reglum.
Tað eru sera fá avboð komin, so væntandi verður, at tað ein sera spennandi kapping.
Vinnararnir fáa steyp, ið eru givin av Sørvágs Ursmiðju.