Í vikuni hittust umleið 80 skúlastjórar úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Írlandi í Føroyum.
Talan er um eitt samstarv millum skúlastjórar og embætisfólk í skúlafyrisitingini í Norðurlondum og Írlandi, nevnt “Kurs 21 Nord”, sum byrjaði í 2002.
Limirnir í samstarvinum hittast á hvørjum ári, og ymsu luttakandi londini skiftast um at vera vertir, skrivar Mentamálaráðið á síni heimasíðu.
Endamálið við samstarvinum er at menna skúlarnar í Norðurlondum, bæði saman og hvør sær, umframt at skapa sambond millum skúlaleiðarar í ymsu londunum.
Serligur dentur verður lagdur á at kunna um nýggjastu rákini innan undirvísing og námsfrøði, og kunnað verður eisini um undirvísingarskipanirnar í ymsu londunum, hvørji átøk londini hava sett í verk á skúlaøkinum í seinastuni - og hvørjar eftirmetingar, londini hava gjørt.
Í ár eru føroyingar vertir, og skúlastjórarnir byrjaðu vitjanina í Suðuroynni, har Magni Mohr helt fyrilesturin “Týdningurin av at leggja til rættis venjing í skúlunum – ávirkan á heilsu, trivnað og læring”. Vitjað varð eisini á Ítróttarháskúlanum í Vági.
Í Havn umrøddi Jóhannes Miðskarð úrslit frá eini granskingarverkætlan um námsfrøðiliga leiðslu í føroyskum fólkaskúlum og at seta granskingarúrslitini í samband við hugtakið “professionellur lærifelagsskapur”.
Eisini vitjaðu tey á Glasi og á Skúlatrøð, umframt at fáa kunning um spildurnýggja, føroyska eftirmetingartilfarið í byrjanarundirvísingini, sum Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava ment til innskúlingina.
Í gjár var eisini ein gestaframløga, tá finsku umboðini greiddu føroyskum myndugleikum frá teirri finsku skúlaskipanini.
Útlendsku gestirnir fóru avstað aftur í morgun.