Stór námsfeløg leggja saman

Tvær av heimsins størstu ráevnafyritøkum, Glencore og Xstrata, hava gjørt av at leggja saman. Tað siga leiðslurnar í einari felags fráboðan í morgun.

Tann nýggja fyritøkan, sum er 70 milliardir evrur ella 522 milliardir krónur verd, verður ein risi innan námsvinnu og ráevnaídnaðin.

Bæði Glencore og Xstrata hava høvuðsskrivstovu í Sveis. Glencore hevur umleið helmingin av øllum zink- og koparmarknaðinum í heiminum, og Xstrata er ein av heimsins størstu fyritøkum innan kolanámsvinnu.

Men júst støddin á tí nýggja felagnum kann gerast ein forðing, tí hon kann fáa kappingareftirlitið í Evropa, USA og aðrastaðni at seta seg upp ímóti samanleggingini.