Stór menning síðani seinasta dyst ímóti KÍ

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen seta orð á 1-1 javnleikin ímóti KÍ á útivølli

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av 1-0 málinum, ið Hanus Jacobsen skoraði tá Víkingur spældi javnleik 1-1 ímóti KÍ norðuri í Klaksvík í kvøld.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Vìkingi, Sigfríð S. Clementsen aftaná dystin. 

 

Sigfríður S. Clementsen heldur, at talan er um stóran framburð í mun til seinast liðini møttust í Sarpugerði í Norðragøtu, tá Víkingur tapti 0-3 ímóti KÍ.

 

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi viðgongur, at tað er ein langur vegur upp til Europa League-plássini, men Víkingur fer at gera sítt fyri at kunna røkka einari topp-3 endastøðu.

 

HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.