Stór móttøka fyri Special Olympics luttakarum

Í gjár var stór móttøka hildin uppi í ÍSF-húsunum. Blómur og annað var handað til luttakararnar, sum høvdu verið til Special Olympics.

Nógv fólk var komið saman til móttøku í ÍSF-húsinum í gjár. Móttøkan var til frama fyri luttakarunum á Special Olympics, sum fyri stuttum komu aftur úr Rom við sera góðum úrslitum.
Jón á Steig, kassameistari í Ítróttarsambandinum fyri brekaði, byrjaði móttøkuna við at ynskja fólkið vælkomnum. Síðani segði hann nøkur orð um leikirnar og ynskti luttakarunum tillukku við góðu úrslitunum.
Tá Jón á Steig var liðugur at tala trein landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, fram at taka orðið. Jógvan var sjálvur við til leikirnar í Rom, og hann segði eitt sindur um leikirnar, og um sera góðu úrslitini, sum luttakararnir fingu har niðri.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ein ótrúligur stemningur
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Jógvan á Lakjuni var við til setanina av leikunum niðri í Rom, og hann sigur, at har var ein ótrúligur stemningur.
 - Tað var heilt fantastiskt, tá vit vóru til setanina. Tað var fýrverk og góður rómur, og tað var ein góð kensla, tá eg sá føroysku luttakararnar koma gangandi inn á stadion.
Hann segði eisini, at fólkini vóru sera blíð, og at man føldi seg, sum ein partur av eini stórari familju, tá man var niðri til leikirnar í Rom.
 - Vit vóru sera væl móttikin niðri í Rom. Har vóru fólk úr øllum londum, og øll vóru glað og blíð. Eg føldi meg, sum partur av eini stórari familju. Tað var eitt ótrúliga gott følilsi.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Luttakarar og leiðarar fingu blómur
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Tá Jógvan á Lakjuni var liðugur við sína talu, handaði hann teimum seks luttakarunum og teimum trimum leiðararunum, sum vóru við á túrinum, blómur.
So var móttøkan í sjálvum sær liðug, og fólk róptu eitt trífalt hurra fyri røsku luttakarunum.
Eftir hetta fingu vit orðið á tríggjar av luttakarunum. Apolobia Justesen helt tað vera sera stuttligt at vera til leikirnar.
 - Ja, hatta var stuttligt. Tað gekk væl hjá okkum, og hetta er nakað, sum eg heilt sikkurt kundi hugsa mær at gjørt umaftur.
Hesum vóru bæði Ragnvaldur Jensen og Kristian Martin Garðalíð samdir í.
 - Hatta var øgiliga stuttligt. Tað var serliga stuttligt at sleppa at royna seg ímóti fólkið, sum eru í somu støðu sum vit, segði Ragnvaldur Jensen.
Kristian Martin Garðalíð var skjótur at taka undir við honum.
 - Ja, tað var stuttligt at kappast við fólk í somu støðu. Men tað var eisini stuttligt at vera saman við fólki við somu brekum. Har vóru fólk frá øllum londum, so hetta var nakað heilt serligt.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nógv fólk frá nógvum ymiskum londum
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Á Special Olympics tóku føroyingar lut í svimjing og frælsum ítrótti, men har vóru eisini aðrar ítróttargreinar við á leikunum. Har vóru m.a. kurvabóltur, fótbóltur, fimleikur, boccia og bowling.
Luttakarnir á leikunum vóru frá nógvum ymiskum londum, og hetta var nakað, sum føroyska luttakarnir hildu vera sera stuttligt.
Føroyska luttakararnir fingu sera góð úrslit á leikunum, og teir komu heim við fleiri medaljum frá túrinum. Føroysku luttakarnir á túrinum vóru: Kristian Martin Garðalíð, Apolonia Justesen, Súsanna Johannesen, Ragnvaldur Jensen, Magnus Olsen og Maiken Olsen.
Leiðararnir í føroyska ferðalagnum vóru Mariann Øster, Halla Weihe Reinert, Sonni Djurhuus og Tóra Hansen.