Virðisbrøv
Í tíðindaskrivi stafðestir føroyska oljufelagið, at kapitalhækkanin er beinleiðis avleiðing av, at felagið komandi tvey árini fer at økja munandi umvirksemið.
Síðani stovnanina hevur Faroe Petroleum fyri tað nógva arbeitt við at keypa sær atgongd í fleiri lisensir, men nú verður talan um beinleiðis boringar. Sambært ætlan, so verður Føroya Kolvetni partur av átta boringum komandi 18 til 24 mánaðirnar, og tær báðar fyrstu av hesum verða gjøgnumførdar longu í ár. Hesi bæði eru North Halibut í Norðsjónum og Brugdan á Føroya-økinum.
Í tíðindaskrivi sigur Graham Stewart, stjóri, at tey eru sera væl nøgd við undirtøkuna, sum kapitalhækkanin hevur havt.
Hetta vísir álitið, sum marknaðurin hevur á felagnum og løgdu strategi okkara. Eftir kapitalhækkanina er felagið væl fyri at fara undir næsta partin av virkisætlanini, sum er sjálvt boriarbeiðið. Og hartil vilja vit framhaldandi arbeiða við at vaksa um portefølja okkara við leitingarøkjum og við at útbyggja virksemið í Noreg, har felagið fyri stuttum kom ígjøgnum eina sonevndina pre-kvalifikatión.