Altjóða GBOB-kappingin verður í Fuglafirði um vikuskiftið, har kappast verður um ymsar vinningar og møguleikan at sleppa til London at kappast víðari í Heimsfinaluni
Stríðið, um hvør skal kallast besti bólkur í Føroyum og harvið umboða Føroyar í Heimsfinaluni í GBOB kappingini, verður í Mentanarhúsinum í vikuskiftinum.
Í 2007 vunnu Boys In A Band 1. plássið og 100.000 dollarar í GBOB kappingini. Spennandi verður at vita, hvør stríkur avstað við heiðurinum í ár.
Í Sosialinum í dag seta tónleikasíðurnar fokus á GBOB kappingina við øllum, tú hevur brúk fyri at vita um kappingina, bólkarnar, dómararnar og annað.
Sosialurin í dag, hósdag 30. oktober.