Stór framgongd á marknaðunum í Asia

Tann góða gongdin á virðisbrævamarknaðunum í gjár helt fram í Asia í nátt Á virðisbrævamarknaðinum í Tokyo hækkaði Nikkei-vísitalið longu frá byrjanini 3,25 prosent, og tá marknaðurin lat aftur, var hækkingin komin upp á 9,96 prosent.

Í Hongkong hækkaði partabrævavirðið 6,9 prosent, og í Suðurkorea kom hækkingin heilt upp á 11 prosent.

Harafturímóti var hækkingin ikki so stór á marknaðunum í Shanghai og Singapore. Har hækkaði virðið ávikavist 2,0 og 2,5 prosent, skrivar Reuters.