Stór fimleikaframsýning í Trongisvági

Í gjár hevði Tvøroyrar Fimleikarafelag sýning við 200 fimleikarum.

Í gjár hevði Tvøroyrar Fimleikarafelag árligu fimleikaframsýningina, ið er tekin um, at fimleikaárið er at enda komið.

 

Høllin í Trongisvági var full av áskoðarum, ið  vóru komnir at síggja 13 lið vísa fram. Tað vil siga, at umleið 200 fimleikarar sýndu síni kynstur. Hetta er óivað eitt tað hægsta tal av fimleikarum, ið hava tikið lut á hesi árligu framsýning. Fimleikarar í Tvøroyrar Fimleikarafelag koma úr allari Suðuroynni.

 

Eins og vanligt er, so spældi Tvøroyrar Hornorkestur, og setti dám á við horntónleiki, tá inn- og útgongur vóru.