ST: Mekling krevur semju

Sambært keldum í ST fer altjóða stovnurin neyvan at leggja seg út í trætuna millum landsstýrið og donsku stjórnina. Ið hvussu so er ikki so leingi sum danska stjórnin er ímóti uppílegging

ST leggur seg vanliga ikki út í innanríkismál. Ikki uttan so, at talan er um vápnað stríð, ella at partarnir eru samdir um at boðsenda ST.

Tískil er tað ikki sannlíkt, at landsstýrið fær nakað burturúr at venda sær til ST, fyri at fáa glið á samráðingarnar um føroyskt fullveldi.

Hetta upplýsa ST-keldur fyri Sosialinum.

-Eg tori ikki at siga, hvat ið fer at henda í hesum ítøkiliga førinum. Men trupult er at ímynda sær, hvussu ST skal fáa nakran leiklut, tá ið talan er um innanhýsisviðurskifti av hesum slagi, sigur Farhan Haq, talsmaður á ST-høvuðsborgini í New York.


Semja krevst


Farhan Haq sigur, at fortreytin fyri, at ST kemur uppí leikin í máli sum hesum er, at partarnir - landsstýrið og danska stjórnin - eru samdir um hetta.

-Vanligt er, at ST bert játtar at vera semingsstovnur, um so er, at partarnir vilja hetta. ST kann bjóða seg til at hjálpa pørtunum í teirri løtu, partarnir siga seg vilja hava hjálp. Men ST leggur seg ikki út málið, uttan so, at partarnir eru samdir um, at ST skal hava ein leiklut, sigur Haq.

-Er støðan sostatt tann, at ein av pørtunum ikki vil hava ST upp í leikin, so kemur ST vanliga heldur ikki uppí málið, sigur talsmaðurin í New York.


Friðaligt øki


Sambært eini ST-keldu í Keypmannahavn er tað sera ósannlíkt, at ST gerst meklari í fullveldismálinum, um danska stjørnin er ímóti hesum.

-Eg vænti at tað verður trupult at fáa ST uppí leikin, tí hetta verður mett sum eitt innanhýsis danskt málsøki, sigur keldan, sum ikki vil vera nevnd á navni.

ST-keldan í Keypmannahavn leggur dent á, at danska stjórnin ongantíð hevur sett seg ímóti, at Føroyar gerast fullveldsisríki, og, at ætlanin er at hava ein fólkaatkvøðu um spurningin.

Harafturat hevur tað týdning, at tað valda friður og lutfalsliga góð viðurskifti millum Føroyar og Danmark.

- Úti í heimi er vanliga fatanin, at heimastýrislógin hevur verið ein góð skipan, sigur ST-keldan, sum kortini slær fast, at Føroyar eru partur av donskum uttanríkispolitikki og ST- limalandinum Danmark.


Eingi vápn


ST-talsmaðurin Farhan Haq vísir á, at ST kann leggja seg út í innanhýsis viðurskifti hjá londum, um so er, at talan er um vápnað stríð, har friðurin og trygdin eru í vanda. Sum dømi nevnir hann kreppuna í Eystur-Timor og kríggið á Balkan.

-Hesi eru dømi, sum hava at gera við altjóða frið og trygd. Tað eru mál við altjóða dimensjónum, og ikki mál, sum rætt og slætt snúgva seg um innanhýsis viðurskifti hjá einum landi - t.v.s. um innanhýsis politikk, sigur ST-talsmaðurin í New York.