Gegnistrupulleikar
Stólurin undir stjóranum í SEV verður alsamt heitari og heitari.
Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsráðnum hjá SEVheldur fast við, at gegnistrupulleikarnar hjá SEV stjóranum í sambandi við Vágatunnilin, skulu fáa avleiðingar fyri hann.
Umboðsráðið er hægsti myndugleikin í SEV og Hans Tausen Olsen fer nú at seta eina óhefta nevnd at kanna embætisførsluna hjá SEV stjóranum í sambandi við vágatunnilin.
Tað, sum ráðsformaðurin ikki vil góðtaka, er tvístøðan, sum Klæmint Weihe hevur havt í sambandi við Vágatunnilin.
Umframt at vera stjóri í SEV, hevur Klæmint Weihe eisini verið formaður i nevndini fyri Vágatunlinum.
Hans Tausen Olsen heldur, at hetta hevur givið stjóranum álvarsligar gegnistrupulleikar
?Sum formaður í Umboðsráðnum og sostatt eftirlitsmyndugleiki hjá SEV, kann eg ikki lata hetta fara aftur við borðinum.
Tí tekur hann í fyrstu atløgu stig til at lýsa málið út í æsir og tí fer hann at seta eina óhefta nevnd at kanna embætisførsluna hjá SEV stjóranum í sambandi við Vágatunnilin.
Tá ið blaðið fór til prentingar, hevði hann ikki valt nevndina, men hann segði, at í hvussu so er skuldi ein lógfrøðingur, ein roknskaparkønur og ein streymkønur sita í nevndini.
Tað, sum hevur fingið formannin í umboðsránum at taka hetta stigið, er at sum formaður í nevndini fyri Vágatunnilin, hevur Klæmint Weihe fingið SEV, har hann sjálvur er stjóri, til at keypa eitt neyðaggregat til Vágatunnilin og goldið tað úr kassanum hjá SEV.
Tað var eisini upp á tal, at SEV enntá skuldi eiga aggregatið og reka tað fyri Vágatunnilin. Men nú er avgjørt, at Vágatunnilin skal keypa aggregatið frá SEV.
Ein annar trupulleiki er, at áðrenn eitt elarbeiðið sum tað í Vágatunlinum byrjar, skal verkætlanin góðkennast í SEV, men hendan ásetingin er sett til viks í hesum føri, tí hóast elarbeiðið er komið væl áleiðis, er verkætlanin ikki løgd fyri SEV til góðkenningar enn.
Eigur at fáa aavleiðingar
Hans Tausen Olsen heldur, at hetta er so tyngjandi fyri SEV stjóran, at tað eigur at fáa avleiðingar fyri hann.
Stýrið í SEV hevur givið stjóranum eina átalu fyri hesi viðurskifti, men formaðurin í Umboðsráðnum krevur meiri.
?Eg havi kravt. at Klæmint Weihe fer úr nevndini fyri Norðoyatunlinum fyri at beina allan iva um gegni hansara burtur.
? Men tá ið hann ikki vil eftirlíkað tað, havi eg onki at gera, uttan at seta eina óhefta nevnd at kanna málið út í æsir, sigur hann.
? Eg kann ikki liva við, at málið verður slept so lætt, tí fyri mær er ongin ivi um, at Stjórin í SEV hevur handlað í heimildarloysi.
Hans Tausen Olsen sigur, at minsta kravið er framvegis, at Klæmint Weihe fer úr nevndini fyri Vágatunlinum.
Men vil hann ikki tað, hvat hendir síðani. Skal tað so fáa aðrar avleiðingar?.
?Tað ber ikki til at siga nakað um enn. Tað veldst um, hvat úrslitið av kanningini verður, sigur Hans Tausen Olsen.
Uppá beinleiðis fyrispurning um hetta í síðsta enda kann kosta SEV stjóranum starvi, verður úrslitið av kanningini nóg tyngjandi fyri hann, vil Hans Tausen Olsen ikki vísa tí aftur.
Men tað einasta, hann vil siga beinleiðis, er, at minsta krav er, at stjórin skal úr nevndini fyri Vágatunlinum.
?Hvat síðani fer at henda, veldst um, hvørja støðu SEV stjórin tekur til tann spurningin og hvat úrslitið av kanningini verður.
?Men tað einasta, eg kann siga við vissu, er, at verður SEV-stjórin fríkendur í kanningini, fari eg at leggja frá mær sum formaður í Umboðsráðnum, sigur Hans Tausen Olsen.
Tá ið kanningin er liðug, verður hon løgd fyri Umboðsráðið. Hann leggur afturat, at tað er Umboðsráðið, sum setir stjóran í Starv og sum loysir hann úr starvi aftur.
Ikki siðvenja
Nú verður sagt, at tað er vanligt, at SEV keypir ymsan útbúnað fyri stovnar og feløg og selur tað víðari.
Men tað avsannar Hans Tausen Olsen.
? At SEV leggur streymveiting og annan útbúnað og sendir rokning fyri tað, er ikki óvanligt. Men neyðaggregat er ikki í nøkrum øðrum tunli og hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at SEV keypir eitt neyðaggregat til nakran og rindar tað úr kassanum hjá SEV.
Í hesum sambandi reisir hann eisini ein spurning, sum hann heldur er grundleggjandi:
Hvat hevði hent, um upprunaliga ætlanin var fylgd um, at SEV enntá skuldi eiga og reka aggregatið fyri Vágatunnilin.
?Hvat hevði so hent, um tunnilin fyllist við vatni? Verður tað so SEV, sum skal standa við endaligu ábyrgdini? Tað ber ikki til, sigur hann.
Og keypir SEV eitt aggregat til Vágatunnilin og rekur tað, hvat sakuldi SEV so gjørt við aðrar fyritøkur, sum bóðu um tað sama? Skuldi so ein og hvør fyrtitøka komið til SEV og kravt, at SEV keypti og rak eitt neyðaggregat til tær?
? Tað keðiliga er, at leiðslan í SEV roynir at bagatellisera málið og tað kann eg ikki liva við, sigur Hans Tausen Olsen.
Nú sigur skrivstovustjórin í SEV, John P. Danielsen, at úrslitið av viðgerðini hevði neyvanverið øðrvísi, hóast SEV stjórin ikki tók lut í viðgerðini.
?Tað hevur onki við málið at gera. Tað, sum hevur týdning, er, at málið skuldi verðið lagt fyri Stýrið ístaðin fyri at tað er keypt uttanum skipanina og goldið úr kassanum hjá SEV, sigur formaðurin í Umboðsráðnum hjá SEV.