- Nógv full fólk hava gjørt um seg á sundalagsstevnu, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Leygarmorgunin var eitt nú bardagi á skránni uttan fyri nýggju ítróttahøllina í Kollafirði. Løgreglan kom á staðið og koyrdi ein ungan mann til hús. Eftir hetta var friður.
Klokkan fýra sunnumorgunin fekk løgreglan hendur á ein støkkknív. Drongurin, ið átti knívin, hevði ikki brúkt hann, men kom av sínum eintingum til løgregluna og segði, at hann varð provokeraður í heilum. Um tað helt fram, fór hann at nýta knívin. Løgreglan tók sjálvandi knívin frá dreinginum beinanvegin, tí tað er ikki loyvi at hava støkkknívar uppi á sær í Føroyum.