Alt bendir á, at arbeiðið at gera eina føroyska grundlóg fyribils verður lagt á hillina.
Nevndin metir nevniliga ikki, at tað er grundarlag fyri at halda fram at arbeiða eftir tí arbeiðssetningi, grundlógarnevndin upprunaliga varð sett til at virka eftir.
Uppgávan hjá nevndini hevur verið at fyrireika eina grundlóg til Føroyar sum fullveldi. Men nú halda partar av nevndini, at hetta liggur so mikið langt frammi, at tað ikki ber til at arbeiða eftir hesum arbeiðssetningi fyrr enn eitt løgtingsval hevur verið og støðan er avklárað.
Nýggjan setning
Grundlógarnevndin hevði fund fyrrpartin fríggjadagin. Á fundinum viðgjørdi nevndin nakrar niðurstøður, sum formaðurin var komin til út frá skrivligum viðmerkingum, sum hann hevði biðið limirnar gera.
Formaðurin gjørdi greitt, at nevndin ella partar av nevdini, er samd um at boða landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum frá, at mett verður, at grundarlagið fyri grundlógararbeiðinum í royndum er broytt og heita á hann, um at broyta arbeiðssetningin og møguliga lógina, um tað verður hildið neyðugt.
Men spurningurin er, um landsstýrismaðurin við lógarmálum, Høgni Hoydal, vil broyta setningin, soleiðis at grundlógarnevndin ikki longur hevur sum fyrsta endamál at gera eina grundlóg fyri fullveldið Føroyar. Tí kann tað í ringasta føri henda, at grundlógarnevndin fyribils leggur arbeiðið frá sær.
Einki uppskot
Sum er, hevur nevndin freist til 1. oktober, til at orða eitt fyribils uppskot til eina føroyska grundlóg. Men nevndin er komin til ta niðurstøðu, at hon metir hetta ikki vera fakliga ráðiligt. Í staðin skal skjýtur nevndin upp, at landsstýrismaðurin fær eina nágreiniliga statusfrágreiðing fyrstu dagarnar í oktober.
Grundlógarnevndin heldur tó, at tað við broyttum arbeiðshátti og øktari arbeiðsmegi kanska kann bera til at halda freistina til 31. desember, men at hetta neyvan er hugsandi, tá havt verður í huga, at almennar hoyringar eisini skulu vera.
Tí vil nevndin hava landsstýrismannin at broyta arbeiðssetningin og tíðarfreistina fyri einum endaligum áliti, soleiðis at nevndin fær stundir at gera eitt dygdararbeiði á høgum fakligum støði, sum fólkið eisini fær tíð til at ávirka og taka til sín.