Ein dystur millum tvey av lægru liðunum í Sunset-kappingini hjá kvinnum varð leiktur í Runavík mikukvøldið. Dysturin var millum Tjaldur og StÍF, og strandakvinnur vunnu dystin 30-10.
Enn einaferð hava vit ikki fingið avrit av dómaraseðlinum sendandi úr Runavík, og tí fáa vit gjørt upp, hvørjar ið hava skotið málini og so framvegis. Men sum skilst, og sum tølini eisini vísa, so var stórur munur á liðunum báðum, og tað var ongantíð nakar ivi um, hvagar stigini fóru.
Við sigrinum hevur StÍF togað seg eitt vet longur upp á stigatalvuni, meðan Tjaldur framvegis hevur síni fyrstu stig til góðar.