StÍF ætlar sær upp í toppin

Formaðurin heldur, at felagið, sum eigur undirtøku millum nógvar eysturoyingar, hevur fyritreytir fyri góðari framtíð

Hondbóltur

Formaðurin í Stranda Ítróttarfelag, Andrass Danielsen, er væl nøgdur og spentur, nú teir hava tryggjað sær góðan venjara og leikligan styrk.
- Vit eiga gamalt hondbóltsfelag, sum tað er stórur áhugi fyri. Ikki bara her á Strondum og á Skála, men kring allan fjørðin og eisini hinumegin Gøtueið og í Sundalagnum. Áskoðarar koma úr allari oynni at síggja heimadystirnar hjá StÍF. Í fjør sleptu vit endanum í landskappingini og endaðu á fjórða plássi. Í steypakappingini gekk so mikið væl, at vit vunnu finaluna, sigur Andrass Danielsen.
Sigurin í steypafinaluni gevur StÍF møguleika at taka lut í Europa Cup, men tí møguleikanum ætla strandingar ikki at taka av:
- Tað er ein spurningur um pengar, og so telur tað eisini við, at summir av spælarunum eru upptiknir av fótbólti inntil eina ferð í oktober mánað. Jacob Jónsson hevur stevnt spælarunum til fundar nú hóskvøldið. Tá fara teir at tosa um, hvussu venjingarnar skulu vera. Vit miðja eftir at vera við í toppinum  bæði í landskappingini og steypakappingini.
Í fjør stóð StÍF seg væl í kappingini millum dreingir 16 ár, og einstakir eitt sindur eldri enn tað hava eisini víst góð evni:
- Vit hava roknað við, at fleiri teirra hava møguleika at fara at gera seg galdandi. Tí er tað, at vit hava sett nýggja venjaran. Sáttmálin fevnir um eitt ár. Um tað riggar væl hjá honum, so hava vit einki ímóti, at talan verður um samstarv í fleiri ár, sigur Andrass Danielsen á Strondum.
Rumenin Bogdan Burcia hevur verið venjari á Strondum. Málverjin Marian, sum eisini er úr Rumenia, hevur vart málið hjá strandingum síðani 2001. Hann er heima í Rumenia og heldur frí. Ætlanin er, at hann skal koma aftur til Strendur at verja málið hjá StÍF.