StÍF risti treiskar hoyvíkingar av sær

Næstbesta liðið hjá H71 var púra óvæntað á odda 14-12 í hálvleikinum ímóti StÍF, men teir úr bestu deildini á Strondum komu fyri seg í seinna hálvleiki og vunnu trygt 30-24

Næstbesta liðið hjá H71 hev­ur áður gjørt um seg í steypa­kappingini, og tískil skuldi uppgávan ikki undirmetast hjá StÍF, hóast teir eru í bestu deildini og mótstøðuliðið er úr næstbestu deildini.
Veteranurin Halgir Dahl-Olsen var við til at binda um hjá unga H71-liðnum, meðan Hanus Norðberg skeyt væl frá sær og fingu teir á henda hátt lagt somikið av trýsti á StÍF, at hoyvíkingar púra óvæntað sluppu til hálvleiks við 14-12-leiðslu.
Hoyvíkingar megnaðu ikki at halda sama støði í seinna hálvleiki, somuleiðis sum strandingar av álvara ress­aðust. Hóast hvøkkin lótu teir ongan iva vera og vunnu at enda 30-24.
Fyri StÍF gjørdu Kjartan Johannesen og Allan Norðberg hvør síni sjey mál, meðan besti málskjúttin hjá H71b var Hanus Norðberg við somu­leiðis sjey málum.