StÍF og Neistin draga frá

Seinast, Neistin var á vitjan í Vestmanna, var afturi í november, og tað ferðina endaði við sera málríkum javnleiki millum liðini. Heili 36-36 stóð á máltalvuni, tá síðsta bríksl ljóðaði. Um tað vera eins nógv mál hesa ferð, er ilt at meta um, men tað verður spennandi at fylgja við, hvussu leikur ferst.

 

Hjá VÍF verður vónað, at liðið finnur eitt vet av spælinum, teir sýndu í Havn herfyri, móti hinum havnaliðnum, Kyndli. Tað ferðina vunnu teir 31-26.

Eisini verður spennandi at síggja hvussu blíður Ingi Olsen fer at vera móti sínum bygdamonnum og gomlu liðfeløgum.

 

StÍF hevur seinastu tíðina rættuliga víst, hvat krevst, fyri at liggja í oddinum. Teir hava ein framúr málmann, serstakliga góða verju, góð skjótálop og góðir skjúttar, ið kunnu skjóta nærum allastaðni frá, harumframt hava teir ein spældeilara, ið megnar at avlevera til røttu tíð, í flest øllum støðum.

 

Nú ljóðar tað kanska av so øðiliga nógvum, men Kyndil skal veruliga standa gott, skulu teir fara av Skála aftur, við stigi í skjáttuni. Teir mugu onkursvegna fáa opnað verjuna hjá Strandingunum og samstundis fáa brotið teirra spæl nóg skjótt. Eitt er greitt, at sleppur StÍF at spæla sítt spæl, ótarnað, so eru ikki nógv lið, ið megna at standa ímóti.

 

Kyndlaliðið hevur verið trilvandi í ár, við svingandi úrslitum, men teir ynskja at vera við í stríðnum um heiðursmerkir, og skuldu teir vunnið á Skála, standa teir í góðari støðu í stríðnum um triðja pláss.