StÍF og Neistin býttu stigini

Hondbóltur: Tað at VÍF misti stig fekk ikki tann stóra týdningin fyri vestmenningar, tí tað gjørdu strandingar eisini í einum dysti, har Neistamenn eiga at vera mest vónbrotnir um úrslitið

StÍF-Neistin 30-30 (16-13)


Dysturin á Skála millum StÍF og Neistan endaði við einum salomoniskum javnleiki. 30-30 var støðan tá uppgjørt var, men tá vit tosa við venjararnar hjá feløgunum, so skilja vit, at tað eru Neistamenn, sum eiga at vera teir mest vónbrotnu um úrslitið.

Veruleikin var nevniliga tann, at Neistin var frammanfyri við fýra málum fimm minuttir áðrenn dystarlok, og tað eigur at vera nóg mikið til at fáa sigurin til høldar.

Men, men. Soleiðis var ikki, og tí kundu strandingar anda lættan, at tað eydnaðist teimum at hála eina stig teir høvdu við dystarbyrjan, inn aftur á Strendur, hóast tað var komið meiri ennn hálva leið til Havnar.


Kleyvarskapur

Páll Poulsen, venjari Neistans, er heldur ikki serliga stoltur av seinastu minuttunum av dystinum, sum hann heldur oyðiløgdu heildarmyndina av avrikið Neistans sunnudagin.

? Tað er kleyvarskapur tá ein kastar ein fýramálsleiðslu yvir borð, og serliga tá vit hava teir púra opnar møguleikar saman við málmanni teirra, sigur Páll.

Hann leggur kortini dent á, at verður hugt at heildini heldur enn bara eftir endanum av dystinum, so eru greið tekin um, at Neistin er um at finna á beint, og er um at hava fingið liðið samanspælt.

Men har eru trupulleikar í verjuni, tá ein kann lata fýra mál fara inn í endanum av einum dysti?

? Sjálvandi eru trupulleikar. Vit eru ikki heilt samanspældir enn, men tað sær nógv betri út nú, enn tað gjørdi fyri heilt stuttari tíð síðan, og tað er eitt gott tekin.

Hevur tað verið ein trupulleiki at hava »ov góðar« spælarar á liðnum?

? Tað kann ongantíð vera ein trupulleiki at hava góðar áleyparar á einum liði, men teir skulu spælast saman, og tað er tað sum tekur tíð. Nú sær út til at tað fer at líkjast, so eg havi góðar vónir, sigur Páll Poulsen, venjari.


Broytingar hjálptu

Jónleif Sólsker, venjari hjá strandingum var sjálvsagt vegin um úrslitið. Tað sá ikki so gott út fram móti endanum, og kortini eydnaðist tað strandingum at fáa stig burturúr.

? Eg havi bíðað eftir hesum, tí tað er altíð vandi fyri at stígur kemur í spæli, samstundis sum hini liðini koma seg betur og betur í kappingini, sigur Jónleif.

Hann heldur at hansara leikarar hava havt trupult við at seta seg upp til dystirnar tí teir m. a. hava leikt tveir lættar steypadystir seinastu vikuna.

? Tá er trupult at koma aftur í gongd, og tað haldi eg sást í dystinum í dag.

Men hvussu komu tit aftur í gongd, tá tit stóðu til at tapa?

? Vit tóku eitt time-out tá um fimm minuttir vóru eftir og tá avgjørdu vit at seta John yvir at ansa Áka Olsen, og tað steðgaði hansara álopum, sigur Jónleif.

Samstundis vísir hann á skjótálopini, sum strandingarnir hava verið so einastandandi dugnaligir at brúka, tí teir hava nógvar leikarar, sum eru skjótir frameftir vøllinum tá mótstøðuliðið brennir sínar møguleikar.


Málmenninir

stóðu væl

Annars heldur Jónleif, at málmenninir í dystinum vóru teir, sum stóðu best, og Páll er ikki ósamdur við honum.

? Málmenninir hjá Neistanum tóku nokkso nógv, serliga í byrjanini av dystinum, meðan Jóhan serliga tók nógv í endanum av dystinum, sigur Jónleif, og hesum er Páll samdur í.

? Hatta er ikki ringasti dystur hjá okkara málmonnum, men Jóhan stóð sera væl seinast í dystinum, sigur Páll.

Veruleikin er nú, at tað sær út til at Neistin er um at hava fingið spæl sítt upp á pláss, og tá teir eru komnir har til, eru góð útlit til at áskoðararnir fara at fáa eina eins spennandi kapping og teir gjørdu í fjør, tá fleiri lið vóru um boðið til FM-heitið.

Men tað er ov tíðliga at tosa um tað enn.


Dysturin í tølum:

StÍF: John Petersen 10 (3), Artur Johansen 5 (1), Marius Joensen 5, Karstin Danielsen 4, Jónleif Sólsker 3, Sveinbjørn Danielsen 2, Bent Djurhuus 1

Neistin: Áki Olsen 11 (1), Heini Joensen 9 (1), Finnur Hansson 6, Kári Mortensen 2, Karl O. Rasmussen 1, Áki Mørk 1

Brotskøst: StÍF 6, Neistin 2

Útvísingar: StÍF 1, Neistin 4

Dómarar: Geir Wardum og Karsten Andersen