StÍF lyfti seg av aftasta plássi

Kvinnuliðið hjá StÍF vann mikukvøldið ein týðandi sigur á Kyndli. Við sigrinum fer StÍF av aftasta plássi og leggur bæði Sóljuna og Kyndil afturum seg

Verulig botnuppgerð var í høllini á Hálsi mikukvøldið. Tvey tey aftastu liðini brustu saman í einum sera spennandi dysti, sum hevur avgerandi týdning fyri, hvør flytur niður.
Tað vóru gestirnir, ið drógu longra stráið, tá samanumkom. StÍF vann dystin tepurt við trimum málum. Tó var útiliðið frammanfyri gjøgnum allan dystin.

Sannførandi byrjan
StÍF fekk eina betri byrjan enn Kyndil, og beinanvegin var greitt, at heimaliðið fór at vera kroyst gjøgnum dystin. StÍF sýndi betri spæl fyri steðgin og strandingar vóru kaldari frammanfyri málinum enn Kyndil.
StÍF førdi við seks málum við steðgin, og fáur mundi vænta ein spennandi enda.
Seks mál vóru á muni, tá byrjað varð aftur, men StÍF økti skjótt upp í átta mál. StÍF hevði nú sera góð kort í hondini, men uppflytararnir vóru nær við at tveita sigurin burtur móti endanum.
Hóast munurin var stórur høvdu kyndilskvinnur á ongan hátt góðtikið eitt tap. Tær fóru at kempa og vunnu seg inn á StÍF í stórum fetum.
Í fýra minuttir fekk Kyndil seks mál, meðan StÍF ikki fekk bóltin í netið. Nú var tað bara eitt mál, ið skilti liðini. Kyndil hevði nú ein møguleika at venda dystinum á høvdið, men StÍF dróg sigurin í land seinastu løtuna av dystinum.
Sunfríð Jacobsen sló sigurin fastan við tveimum málum í seinastu minuttunum.

Dysturin í tølum
Kyndil ? StÍF 26-29 (10-16)
Kyndil: Lotte K. Sørensen 10(3), Annika Ljósstein 7, Marjun Tróndarson 3, Ann Hansen 3, Palma Petersen 1, Anja Johannesen 1, Ann-Mari Wang 1
StÍF: Ileana Manulescu 9(1), Alina Olaru 8(1), Anna B. Danielsen 5, Sunfríð Jacobsen 3, Poula D. Olsen 2, Anna Maria Berthelsen 2
Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 2
Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 3
Dómarar: Kristjan Johannesen og Ragnar Simonsen