StÍF knógvaði Kyndli

Kyndil-StÍF 20-21 (10-11):

Kvinnurnar hjá StÍF lyftu sær úr avgjørda botninum, tá tær í dag vunnu útidystin móti Kyndli.

Talan var alla tíðina um eina tætta uppgerð, men tíðliga í seinna hálvleiki tóktist Kyndil toga seg undan mótstøðuni.

Eitt skifti vóru tær grønu trý mál frammanfyri, emmn, so vildi mest sum einki bera til. Seinastu 19 minuttirnar skoraði Kyndil bara trý mál, og so kundi StÍF at enda toga seg framum.

Besti málskjúttin hjá Kyndil var Jacklin Durhuus við 9 málum. Ninna K. Johansen skoraði 7 av málunum hjá StÍF.