FM1 sigur beinleiðis frá manshondbólti í kvøld og í annaðkvøld.
Klokkan 20 í kvøld spæla StÍF og KÍF í høllini á Skála. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sjúrður H. Hoydal sigur eisini beinleiðis frá dystinum millum Kyndil og H71 í annaðkvøld klokkan 20. Tann dysturin verður spældur í høllini á Hálsi í Havn.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Ljóðsamrøður við tey ymisku liðini koma út á in.fo aftaná dystarlok.