StÍF, H71, KÍF og Team Klaksvík leita eftir fyrstu stigunum í kvøld

H71 bjóðar kvinnum og monnum av á Skála - KÍF og Team Klaksvík spæla í Kollafirði

Tríggir hondbóltsdystir eru á skránni í kvøld.

Skráin er hendan:

SMS kvinnur:

18.00: StÍF - H71, Ítrottarhøllin á Skála

Burn Menn:

20.00: StÍF - H71, Ítrottarhøllin á Skála

20.00:KÍF - Team Klaksvík, Ítrottarhøllin í Kollafirði

Eftir at hini liðini byrjaðu kappingarárið um vikuskiftið, er hetta fyrstu ferð, at steypavinnararnar hjá bæði kvinnum og monnum, H71, skulu royna seg í ársins landskappingum.

Tað er á útivølli ímóti StÍF, sum hjá bæði kvinnum og monnum vóru fyri teprum tapum í Vestmanna í vikuskiftinum.

Í Kollafirði hittast KÍF og Team Klaksvík, sum bæði taptu tepurt ímóti ávikavist Neistanum og Kyndli seinast.

Team Klaksvík verður uttan nýggja leikaran, Vuk Stevanovic, sum fekk tveir daga leikbann eftir sítt bláa kort ímóti Kyndli sunnudagin.

Stigatalvur (hsf.fo):

SMS kvinnur:

LiðDystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL13218142
 NEISTIN12616102
 VÍF1302732
 H7100000
 STÍF12730-30
 VB11626-100
 STJØRNAN11832-140

Burn menn:

LiðDystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1252322
 VÍF1282622
 NEISTIN1282712
 H7100000
 KÍF12728-10
 TEAM KLAKSVÍK12325-20
 STÍF12628-20

Frá seinastu dystunum:

Burn-menn: Teir ungu avgjørdu spennandi dystir

SMS-kvinnur: VÍF, Neistin og Kyndil komu best ígongd

Neistin helt kollfirðingar beint aftanfyri seg

H71-debutantar vóru munurin í Lions-dystinum

Kyndil vann Lionsbikarið eftir longda leiktíð