StÍF fekk fyrstu stigini

Hvonndeildin: StÍF vann síni fyrstu tvey stig í ár

Ein dystur er spældur í Hvonndeildini í kvøld. Í høllini á Skála hittust StÍF og Stjørnan, sum blivu ávíkavist nummar fýra og seks í farna kappingarári. StÍF vann kvøldsins dyst 22-15.

 

Bæði liðini spældu sínar fyrstu dystir um vikuskiftið. Strandingar komu illa frá byrjan, tá ið VB fór heim aftur til Vágs við einum sigri áljóðandi 23-21. Enn verri gekk tað hjá Stjørnuni í fyrsta dystinum, sum tapti heili 29-18 ímóti Kyndli um vikuskiftið.

 

Tískil var talan um tvey lið, sum skuldu vaska talvuna reina og fáa síni fyrstu stig til høldar. Dysturin var javnur at byrja við, men tá ið StíF kom á odda 8-4 eftir 20 minuttir tóktist tað ongantíð at blíva nakar ivi um, hvør fór at strúka avstað við stigunum. Leiðslan varð útbygt til 12-7 í steðginum. Í seinna hálvleiki vaks munurin ímillum liðini enn meir, og endaliga úrslitið gjørdist 22-15.

 

Stigatalvan í Hvonndeildini sær nú soleiðis út:

 

1. Kyndil 2 stig (spælt ein dyst)

2. VB 2 stig (spælt ein dyst )

3. StÍF 2 stig (spælt tveir dystir)

4. Neistin 0 stig (ikki spælt enn)

5. VÍF 0 stig (ikki spælt enn)

6. Stjørnan 0 stig (spælt tveir dystir)