StÍF aftur oddalið

Kollfirðingar taptu enn einaferð greitt, og so er lagt upp til oddabrak, tá StÍF og Neistin hittast

Hondbóltur

Higar til hevur KÍF ikki megnað at gjørt tað stóra við mótstøðuliðini, og tað gjørdu kollfirðingarnir heldur ikki í gjárkvøldið.
Longu í fyrra hálvleiki var tað mesta avgjørt, og so kundu strandingarnir hálvgum taka sær av løttum, áðrenn teir aftur løgdu leiðina norðureftir.
Kollfirðingar hava nú spælt fýra dystir, sum allir eru endaðir við greiðum tapi, og í løtuni er ilt at síggja, hvussu liðið skal klóra seg av sætta plássinum, sum væl kann bera beinleiðis niðurflyting við sær í ár.
Strandingar fótaðu sær hinvegin eftir avsmurningin, sum teir fingu móti VÍF seinast. Saman við Neistanum hava strandingar nú seks stig fyri fýra dystir.
Komandi sunnudag hittast júst hesi bæði liðini í Høllini á Skála, og tá verður talan um veruligan oddadyst.
Vit hava tíverri ikki fingið nøkur hagtøl frá dystinum.