Eisini í Føroyum halda vit ST-dagin, sum eisini verður nevndur føðingardagurin hjá Sameindu Tjóðum. 24. oktober 1945 varð ST formliga sett á stovn, og síðani hevur verið skipað fyri tiltøkum um allan heim fyri at markera hendan dagin.
Demokratia og Javnstøðunevndin ynskja eisini at gera vart við ST-dagin, og hetta verður gjørt við tiltaki í Norðurlandahúsinum. Á skránni eru framløgur um Kvinnurættindasáttmálan hjá ST, eisini nevndur CEDAW.
CEDAW varð samtyktur í ST í desember 1979 og fyllir sostatt 30 ár í ár. Sáttmálin hevur verið í gildi í Føroyum síðani 1983 og varð staðfestur av Føroya løgtingi í 1987. Tiltakið byrjar klokkan 15 og endar klokkan 17.
Lisbeth L. Petersen setir ST-dagin. Síðani eru Elin Mortensen, stjórnmálafrøðingur, og Pól Egholm, málsviðgeri á Sendistovu Føroya á skránni við hvør sínari framløgu. Elin umrøður ST-sáttmálan og tann mun, sum hesir gera. Pól kunnar um sína luttøku til CEDAW próvtøku í ST í New York fyrr í ár. Síðani heldur Herdís Thorgeirsdóttir, professari og dr. Jur., úr Íslandi fyrilestur um CEDAW.
Dorit Hansen er orðstýrari. Høvi verður eisini hjá luttakarunum at seta spurningar.
ST-dagurin verður í Norðurlandahúsinum í Havn leygardagin 24. oktober klokkan 15 til 17.
Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.










