Støðan í Portugál er álvarslig

Trupla støðan í Portugál hevur ført til, at sjúkrabilar hava staðið uttan fyri sjúkrahúsini í fleiri tímar við covid-19 sjúklingum.

 

Koronu-støðan í Portugál er ring í løtuni, og landið hevur nú heimsins hægsta smittutrýst. Hetta hevur samstundis ført til, at talið av deyðum er vaksið við rúkandi ferð. Næstan helmingurin av øllum teimum 13.000, sum higartil eru deyð við covid-19 í Portugál, doyðu í januar.

Í Portugál búgva stívliga 10 miljónir fólk. Tað er nøkulunda tað sama, sum býr í Svøríki og umleið tvífalt so nógv, sum býr í Noregi. Tað er serliga eftir ársskiftið, at smittan hevur gjørt um seg í Portugál, og bara í januar doyðu 5576 fólk við koronu-smittu í landinum.

Umleið 43 prosent av øllum smittutilburðunum, sum Portugál higartil hevur havt, vóru í januar, og tá tað hevur gingið ringast, hava einir 15.000 nýggir tilburðir verið um samdøgnið.

Myndugleikarnir í landinum halda, at stóra smittuspjaðingin í seinastuni hevur sína orsøk í, at nøkur av smittuverjuatlitunum í landinum vórðu slept um jólini, og haraftrat ger bretska frábrigdið eisini um seg í Portugál. 

Á sjúkrahúsinum í býnum Leiria, sum liggur miðskeiðis í landinum, koma einir 100 covid-19 sjúklingar um dagin, og á intensivu deildini á sjúkrahúsinum halda respiratorar teimum allar sjúkastu á lívi. Her hava tey eisini lagt til merkis, at støðan hjá teimum, sum koma á sjúkrahús, ofta er verri, enn hon hevur verið. 

Støðan í Portugál hevur ført við sær, at sjúkrahúsini og heilsustarvsfólkini, sum starvast her, eru rættiliga sperd. Ein lækni á einum sjúkrahúsi í Lissabon, Isabel Aldir, sigur, at tað eru fleiri og fleiri ung, sum doyggja við covid-19. - Økingin av deyðsføllum er størst í aldrinum 30-69 ár, og soleiðis hevur tað ikki verið fyrr undir farsóttini, leggur hon aftrat. 

Trupla støðan hevur eisini ført til, at sjúkrabilar hava staðið uttan fyri sjúkrahúsini í fleiri tímar við sjúklingum, og sambært eygleiðarum er eisini líkt til, at tey í Portugál hava trupult við at rúma øllum líkunum. Nógv heilsustarvsfólk eru í sóttarhaldi, og tí vantar sjúkrahúsunum eisini starvsfólk.

Týskand hevur sent eitt flogfar til Portugáls við læknum, sjúkrasystrum, respiratorum og aðrari útgerð og heilivági, og Spania og Eysturríki hava eisini bjóðað sær at taka sjúklingar úr Portugál heim á sínar intensivu deildir. Í Portugál vóna myndugleikarnir, at ringasta bylgjan er av. Týsdagin vórðu staðfestir 6000 nýggir smittutilburðir annan dagin á rað, og so fræg hava tølini ikki verið síðan hin 5. januar í ár.