– Eg má viðganga, at hetta er ein løgin støða at vera í.
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at støðan í Løgtinginum er eitt sindur undarlig hetta valskeiði, og her hugsar hon serliga um støðuna hjá Sonju Jógvansdóttir.
Sonja Jógvansdóttir er vald fyri Javnaðarflokkin, men samstundis sum at samgonguskjalið varð skrivað undir, fór hon úr flokkinum og síðani hevur hon verið uttanflokka. Kortini hevur hon stuðlað samgonguni og hevur eisini gjørt avtalur við samgonguna um at fremja nógv mál. Men hon hevur eisini lagt ein hóp av uppskotum fyri Løgtingið, sum ikki eru eftir avtalu við samgonguna.
Eitt av hesum uppskotum er til viðgerar í dag, og tað er eitt uppskot um at forða fyri matoyðsli. Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin heldur, at hetta er eitt uppskot, sum einki innihald hevur.
Men samstundis undrast hann á, at Sonja Jógvansdóttir kann »oysa« øll hesi uppskotini fyri Løgtingið, samstundis sum at hon samstarvar við samgonguna. Hann spyr um samgongan góðtekur, at Sonja Jogvansdóttir kann gera sum hon vil, men tað kunnu aðrir tinglimir í samgonguni, ikki. Her sipar hann til Kristin Michelsen.
Bjørt Samuelsen ásannar, at hetta er ein avleiðing av, at samgongan ikki hevur meirilutan á Løgtingi, og tað eru nettupp Kristin Michelsen og Sonja Jógvansdóttir sum eru orsøkin til, at samgongan ikki hevur meirilutan. Men hon ásannar samstundis, at tað er ein undarlig støða at vera í, at tinglimir bæði kunnu vera við í samgonguni og andstøðuni ísenn.
Hon veit ikki um hendan støðan hevur nakran tíð verið í og tað er undarligt at viðgera uppskot, ið Sonja Jógvansdóttir, sum tinglimur í andstøðuni, leggur fram, samstundis sum at hon er í samgonguni, tá ið onnur mál eru til viðgerar.