Støðan er sum í kreppuárunum

Játtanin til B6 er ikki vorðin justerað síðani 1992. Støðan er nú so ring, at 18 av 20 sjúkrasystrum á deildini hava sagt seg úr starvi. Tørvur á fleiri hondum og betri útbúnaði. Ein eykajáttan skal til, um endamálið skal røkkast, ljóða boðini frá B6

 

Heilsuverk

1.januar 2002 noyðast sjúklingarnir á B6 at leita leingi eftir kendum andlitum, tá ið átjan av teimum tjúgu sjúkrasystrunum á deildini hava sagt seg úr starvi. Vánaligu korini og væntandi viljin til at betra um støðuna hava fingið bikarið at flóta yvir hjá sjúkrasystrunum á deildini. Sum støðan er nú, so skal sjúkrahúsleiðslan til at finna 18 nýggj starvsfólk til deildini innan 1. januar, tá ið uppsagnartíðin hjá teimum verðandi sjúkrasystrunum gongur út. Persónligar orsøkir liggja til grundar fyri, at ikki allar 20 hava sagt seg úr starvi.s

B6 er medisinsk deild, har sjúklingar fáa viðgerð. Oftani er talan um rættiliga tungar sjúklingar, sum hava tørv á nógvari hjálp.

-Tað er ógvuliga strævið at arbeiða á deildini, og vit merkja tað eisini oftani á egnum kroppi, at tað er so mikið strævið, men sjúklingarnir skulu ikki líða, og hetta stigið hjá okkum er ikki eitt álop móti teimum, sigur Ingun Gaardbo, sum er 1. assistentur og starvsfólkaumboð á B6.


Hendur og útbúnað

Stríðsspurningurin snýr seg ikki um lønir, sum tað so mangan ger í tílíkum málum. Heldur siga sjúkrasystrarnar seg hava ein ovurstóran tørv á bæði fleiri starvsfólkum og betri útbúnað.

-Vit mugu hava fleiri hendur at arbeiða á deildini. Vit hava sett sum krav, at sett verða 3,6 starvsfólk afturat. Eisini er stórur saknur eftir grundleggjandi góðum útbúnaði sum eitt nú sengur, tí hesar eru í rættiliga ringum standi, sigur Ingun Gaardbo.

Sum nú er, so er undirskotið fyri B6 1 mió fyri í fjør, og tað sær út sum um, at hetta verður nakað tað sama fyri hetta árið. Tey 3,6 starvsfólkini, sum kravið hjá sjúkrasystrunum ljóðar upp á, fara at kosa einar 800.000 krónur, og hetta má mestir fáast til vega við einari eykajáttan, tá ið støðan á hinum deildini, eftir hvat skilst, heldur ikki er alt for góð. Tað heldur torførari at meta um, hvussu nógv útbúnaðurin fer at kosta.

Tað ljóðar frá starvsfólkaumboðinum á B6, at tað er sera strævið at fáa tað at bera til hjá deildini, tá ið teir ikki kunnu skipa arbeiðið betur við verandi játtan og umstøðum. Hon nevnir eitt nú, at teir skulu nýta nógva orku til at ringja eftir fólki at kalla hvønn dag, og hetta er ikki at fáa sum mest burturúr arbeiðsorkuni.


Gamalt stríð

Ónøgdin hjá sjúkrasystrunum á B6 er ikki nakað nýtt fyri sovítt. Støðan hevur verið rættiliga ring í nógv ár. Ingun Gaardbo greiðir frá, at játtanin hevur ikki verið justerað móti øðrum enn lønarhækkingum síðani 1992. Hetta hevur merkt, at støðan hjá teimum er bert vorðin verri og verri við tíðini, og nú er mestsum ovboðið.

Hin 4. mai í ár varð eitt skriv sent til sjúkrahúsleiðsluna, har biðjið var um betri umstøður til deildini, og ein freist varð sett í august mánaði, at tá skuldi ein bati síggjast. Tey byrjaðu at hóma onkra betring, men sannaðu skjótt, at einki merkisvert var hent ella fór at henda, og ein nýggja freist varð ásett, og henda er nú eisin farin. Fylgjurnar síggja vit í dag.

-Vit kenna okkum forsømdar. Tað kann vera, at fleiri pengar eru játtaðir til heilsuverkið, men hesar hava vit ikki sæð nakað til, sigur Ingun Gaardbo.

Hon sigur, at stemningurin millum sjúkrasystrarnar sum nú er rímiliga góður, og tær eru eisini til reiðar at fara aftur til arbeiðis, um umstøðurnar eru til tað.

Tá vit spyrja Ingun, um heldur hetta vera partur av einum politiskum spæli, sigur, at tað sær út sum, at onkur verður noyddur at gjalda fyri fullveldi.