Støðan er betri nú – men hetta fer at taka nakrar mánaðir

Læknarnir rósa føroyingum, tí fólk hava tikið ábyrgd

Gongdin hesar seinastu dagarnar, ger, at vit eru bjartskygdari í dag. Tað siga bæði Landslæknin, og Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.

Tað, teir sipa til, er at talið á føroyingum, sum fáa staðfest smittuna er ikki vaksið so nógv, sum tað hevur gjørt aðrar dagar.

Men Lars Fodgaard Møller, landslækni, væntar kortini, at vit fara at fáa fleiri smittað fólk hesar næstu dagarnar.

Eg vænti ikki, at vit fáa bilbukt við smittuspjaðingini, men endamálið er framvegis at tálma vøkstrinum so mikið, at sjúkrahúsverkið klárar at arbeiða undan.

Men teir leggja afturat, at enn er ov tíðliga at koma við nakrari greiðari niðurstøðu, men teir eru varliga bjartskygdir, sum teir málbóru seg.

Læknarnir siga, at ein høvuðsorsøk er at føroyingar hava tikið støðuna í álvara og hava fylgt tilmælunum frá myndugleikunum.

Serliga rósar Bjarni á Steig, yvirlækni, øllum teimum ungu, sum eru komin til Føroya, men sum eru farin í sjálvboðið sóttarhald.

– Vit høvdu væntað, at tey ungu, sum komu hendavegin, fóru at draga nógva smittu við sær til Føroya, men tað er ikki hent, sigur landslæknin.

Men teir siga eisini, at ein høvuðsorsøk til at støðan er so fræg, sum hon er, er tann, at vit hava kannað so øgiliga nógv fólk.

Tað hevur ført til, at vit hava funnið nógv smittað fólk, men tað tálmar smittuspjaðingini.

Teir ivast kortini ikki í, at tað eru fleiri, sum eru smittað, men tey vita ikki um, at tað, tey kalla fyri leysar smittu-endar.

Men skuldi tað víst seg, at tað verður serliga stór smittuspjaðing í ávísum økjum, kunnu tiltøk verða sett í verk fyri at avbyrgja tey økini so at fólk hvørki sleppa til ella frá í eina tíð.

Men teir vænta ikki, at tað fer at bera til at basa smittuni enn og landslæknin væntar, at tað fer at taka nakrar mánaðir at basa smittuni í Føroyum, so hann væntar ikki, at gongd kemur á samfelagið aftur hesa fyrstu tíðina og at skúlar og stovnar fara at verða stongdir longri enn upprunaliga ætlað.

Í Danmark er korona rættiliga farið at ganga, og landslæknin væntar, at smittan verður útbrend í Danmark, nakað áðrenn hon verður útbrend í Føroyum. Men afturfyri væntar hann eisini, at avleiðingarnar í Danmark fara at vera álvarsligari enn tær verða í Føroyum.