Øssur Johannesen á bassgittar og Hjalti Joensen á gittar hava verið vinir og spælt saman í meira enn 20 ár. Øssur Johannesen hevur áður givið 4 fløgur út við solobassi, yrkingaupplestri og øðrum ljóðførum. Hjalti Joensen er kendur sum dugnaligur gittarleikari frá so stórum nøvnum í Føroyum sum eitt nú Moirae, Terji Rasmussen, Húskallar, Devon. Upptøkurnar vórðu gjørdar á konsertum tann 24. november 2006 umborð á høganesi í Runavík, og tann 25 november sama ár í Atlantis í Klaksvík. Øssur og Hjalti hava komponerað tónaverkið. Umframt hettar eru ymisk temað eftir Beethoven, ein kirkjusálmur, og okkurt eftir Jørgen Dahl av veðraplátuni hjá Straight Ahead úr Klaksvík.










