Øssur Johannesen sum listaverk

Hansara málningar eru partur av áhaldandi listaverkinum Øssur Johannesen, sigur ummælarin Kinna Poulsen um nýggju framsýningina hjá Øssuri Johannesen í Listaglugganum Ekspressionistiska árinið í sjálvsmyndunum er sum so rættiliga óorginalt, klisjékent og gamaldags.

Men tá tað verður nýtt konsekvent við sál av einum sonnum originali sum Øssuri Johannesen, gerst úrslitið ongantíð óáhugavert, heldur ummælarin, Kinna Poulsen, sum metir framsýningina hjá Øssuri Johannesen veita eina øðrvísi listauppliving, har áskoðarin hevur høvi at síggja nýggjasta partin av einum framhaldandi lívslistaverki.

Samstundis er okkurt við listarliga stílinum, sum hóskar, nei er ein partur av einum stórum outsider-art-heildarlistaverki, sum er Øssur Johannesen, sigur ummælarin og heldur fram:

- Hetta er óansæð, hvørt talan er um hansara tónleik, tær mongu fløgurnar og myndirnar, yrkingarnar, greinarnar ella øll brøvini, sum eru skrivað við stórum blokkbókstavum úr sprittusj.

- Tað er eisini klæðini, gittarin, mátin, hann stillar upp til fotografering og mátin, hann á síni myspace heimasíðu greiðir frá sínum hetjum og sínum egna persónliga, viðkvæma sinni, sum til tíðir køvist av depressjón og pínu.

Alt hetta og meira er partur av lívslistaverki Øssurs.

Á framsýningini eru fáar, stórar myndir, sum hvørki í stødd ella í vali av myndevni kunnu sigast at sleikja fyri múgvandi listasamlarum. Og bara fyri tað hevur framsýningin uppiborið mítt besta viðmæli, sigur Kinna Poulsen millum annað í ummæli í Sosialinum mánadagin.

Framsýningin í Listaglugganum, Niels Finsensgøta 25, er opin til 10.november.

Sí eisini myndatema her á síðuni