Øssur: Hvør hevur mína Hagi-troyggju?

Øssur Hansen býtti um troyggju við Gheorghe Hagi, men hon er vekk

Í kvøld spælir føroyska landsliðið móti Rumenia. Hetta er sjeyndu ferð, at vit spæla móti teimum. Helst kendasti spælarin í søguni hjá Rumenia er Gheorghe Hagi, sum í síni tíð spældi í bæði FC Barcelona og Real Madrid.

 

Les eisini: Liðið er sett

 

Hann var á liðnum, sum í HM 1994 undankappingini vann tveir greiðar sigrar á Føroyum. Í fyrsta umfarinum vann Rumenia 7-0 í Bukarest. Árið eftir vunnu teir 4-0 á Svangaskarði, har Florin Raducioiu úr AC Milan skoraði øll málini.

 

Øssur og Hagi

Fyri ein ávísan toftamann fekk dysturin tó ein serligan enda, tí Øssur Hansen býtti um troyggju við ongan minni enn Gheorghe Hagi. Men troyggjan er burturblivin og tað er Øssur Hansen keddur um.

 

- Eg býtti um troyggu við Gheorghe Hagi, men hon bleiv vekk eftir ein innandura tíma í høllini í Runavík eina ferð í 90 unum. So um tað er nakar, ið hevur hana, so er viðkomandi meir enn vælkomin aftur við henni, segði ein smáflennandi Øssur Hansen við Sosialin í 2012. Hann sigur í dag, at troyggjan framvegis ikki er komin afturíaftur.

 

Les eisini: Kaj Leo aftur í Rumenia

 

Rumenia kom til HM-endaspælið, har teir komu í fjórðingsfinaluna, eftir fleiri góð avrik. Gheorghe Hagi var í essinum og skoraði eisini okkurt minniligt mál. Fýra ár seinni komu teir eisini til HM-endaspælið í Fraklandi, men síðani hevur ikki gingist so væl. 

 

Vit eru aftur í bólki saman við Rumenia til HM 2010 undankappingina. Vit tapa tepurt 1-0 á heimavølli, meðan Egil á Bø skorar í 3-1 ósigrinum í Rumenia. Seinast Rumenia var í einum endaspælið var til EM-endaspælið í 2016, eftir at hava vunnið 1-0 í Poliesti og 3-1 á Tórsvølli.

 

Í kvøld spæla Føroyar so aftur móti Rumenia. Liðið hevur ikki somu styrki, men ein Hagi er á liðnum. Tað er 20 ára gamli Ianis Hagi, sum er sonur legendariska bóltsnillingin. Dysturin móti Rumenia verður í Cluj og byrjar klokkan 19.45. FM1 sigur frá dystinum og byrjar at senda klokkan 19.